fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Handilsfólk til Mylnuna á Berjabrekku

Til Mylnuna á Berjabrekku leita vit eftir fólki at arbeiða um 30-35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er skiftandi, men vit hava serliga tørv á fólki, ið kann arbeiða morgun- og dagvaktir vanligar dagar og annaðhvørt vikuskiftið.

 

Í handlinum kemur tú bæði at avgreiða kundar við kassan og at vegleiða teimum á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin snøggan og innbjóðandi.

 

Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiður tætt saman, og er tað týdningarmikið, at tú ert sosial/ur, fryntligur og fyrikomandi.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.

 

Lagt út tann
18. mar. 2025
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Handilsfólk til Mylnuna á Berjabrekku
Virki
SMS
Deild
Mylnan1 Berjabrekka
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor