fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Marknaðarfólk til SMS samtakið

Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum marknaðarfólki at byrja sum skjótast.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna breitt. Tú kemur at framleiða og samskipa tilfar til allar okkara miðlar og til allar handlarnar í samtakinum. Uppgávurnar eru eitt nú at framleiða tilfar og umsita appir, tíðindabrøv, heimasíður, skermar, prentlutir og sosialar miðlar. Harafturat kemur tú, saman við starvsfeløgunum á marknaðardeildini, at verða partur av kreativu menningini og samskipanini av fleiri spennandi marknaðarátøkum.

 

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving ella royndir innan marknaðarføring og er køn/ur í Meta og SoMe. Tú ert skapandi, framsøkin, nom/næmur og hevur góð samskiftisevni. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og ert stinn/ur í føroyskum.  Tað kann verða ein fyrimunir, um tú hevur royndir við grafiskum forritum, myndatøkum og Reel framleiðslu.

 

Tú kemur at starvast á marknaðardeildini hjá SMS samtakinum, har vit framleiða og marknaðarføra handlarnar og matstovurnar sum Samtakið eigur. Á deildini arbeiða vit við nógvum verkætlanum samstundis, og tí er umráðandi, at tú dugur at arbeiða skipað og hava greiði á fleiri uppgávum í senn, hóast nógvir bóltar eru í luftini. Á deildini starvast 4 starvsfólk við ymiskum uppgávum og førleikum.

 

Talan er um fulltíðarstarv, har løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Vilt tú hava meira at vita um starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Susan Brockie á telefon 791906 ella teldupost susan@sms.fo.

 

Umsókn við CV og møguligum viðkomandi tilfari skal sendast umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi miukvøldið 22. januar 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

 

SMS samtakið eigur og rekur handlar og matstovur kring alt landið. Samtakið rekur í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, Mylnuna, Bónus-handlarnar, Miklagarð, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse í Tórshavn og Klaksvík. Harafturat eigur Samtakið í handlunum Demmus, Rumbul, Sheep, Omaná og í Burn Fitness.

 

Lagt út tann
10. jan. 2025
Starv
Marknaðarfólk
Starvsheiti
Marknaðarfólk til SMS samtakið
Virki
SMS
Deild
Marknaðardeild
Umsóknarfreist
22. jan. 2025
Byrjunardagur
03. mar. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor